Fimm sveinaroyndir eftir nýggju skipanini

Fríggjadagin var ein samkoma á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin, har prógv vórðu handaði til teir fimm fyrstu bilmekanikararnar, sum fingu prógv eftir nýggju skipanini.

Fríggjadagin var ein samkoma á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin, har prógv vórðu handaði til teir fimm fyrstu bilmekanikararnar, sum fingu prógv eftir nýggju skipanini. Umleið 40 fólk vóru møtt til samkomuna, har røður vóru hildnar fyri nýggju sveinunum. Í gomlu skipanini var tað soleiðis, at teir sum fóru upp til sveinaroynd, fingu eina ávísa uppgávu at loysa, sum t.d. at umvæla ein motor, róðurgreiðir ella bremsur. Eftir nýggju skipanini fáa teir at vita, at nakað er galið við bilinum, sum t.d. at hann dregur til vinstru ella hann kódnar undir koyring ella annað, so skulu teir sjálvir finna brekið og rætta tað. Eisini skulu teir læra at leita egindiagnosu fram við hjálp av teldu og testara. Stórur dentur verður lagdur á tað skrivliga arbeiðið. T.d. varð funnið fram til eitt brek við stýriskipanini til air-bag í síðunum. Allir fimm stóðu seg væl í sveinaroyndini.