Fimm stuttir filmar í eini íbúð

Í hesum døgum verður filmsinstallasjónin LEJLIGHEDSMINDER hjá møðgunum Katrini Ottarsdóttir og Hildigunn Eyðfinsdóttir sýnd í fyrrverandi tappihøllini Ny Tap á Carlsberg í Keypmannahavn.

Hildigunn hevur skrivað handrit og tekstir til filmarnar í installasjónini eins og hon er einaleikari í øllum filmunum. Katrin hevur leikstjórnað og tikið upp.

LEJLIGHEDSMINDER er uppbygd sum ein íbúðarpallmynd, har fimm stuttir filmar koyra í ring. Hvør filmur er um eina ung kvinnu, sum verður órógvað í sínum gerandisdegi av óunniligum barnaminnum, sum troka seg inn á hana og yvirtaka sinni hennara.

- Sum áskoðari kanst tú ganga úr einum rúmi í annað, og tú gert sjálvur av í hvørji raðfylgju tú hyggur at filmunum, og um tú vilt síggja teir í brotum ella í fullari longd – og hvussu ofta tú hyggur at hvørjum filmi. Filmarnir eru í hvør sínum rúmi, men ljóðið frá øllum filmunum hoyrist alla tíðina allastaðni, og við tað, at filmarnir eru ymiskir til longdar, er upplivingin øðrvísi, hvørja ferð tú kemur aftir til eitt av rúmunum, verður sagt um hesa øðrvísi installasjónina.

Ljóði og øðrum tekniskum arbeiðið hava Henrik Jensen og Hugin Eide staðið fyri.

LEJLIGHESMINDER verður víst fram til 3. mai, hvørt kvøld frá klokkan 19 til 22. Og sum skilst hava ummælini verið sera góð.