Nýggi Kia Soul hevur fingið 5 stjørnur í evropeisku EuroNCAP krasjtestunum. Verkfrøðingar og desingarar hjá Kia hava lagt alla orku í at Kia Soul skuldi fáa allar fimm stjørnurnar, eisini eftir nýggju sera strongu trygdarkrøvunum sum komu í gildi 1. januar í ár, og tað eydnaðist, sigur Mogens Lyngsø, stjóri á KIA Import Danmark.
Kia Soul fekk herfyri, sum tað fyrsta koreanska bilmerki nakrantíð, ta nógv virdu ?Red Dot? heiðurslønina.
Heiðurslønin varð latin fyri designið við modernaðum ungdommeligum stíli.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum










