Fimm stjørnur til Fróði & The Pink Slips

Seinasta fløgan frá føroyska bólkinum Fróði & The Pink Slips hevur fingið fimm stjørnur út av fimm møguligum frá einum ummælara í Finnlandi.

 

Á fløguni, ið ber heitið The Mouse, eru tíggju løg. Sambært finska ummælaranum eru tey so mikið góð, at fløgan er "uttan iva ein av teimum bestu rokkútgávunum í ár og fer ivaleyst at fáa nógva umtalu", stendur millum annað at lesa í jaliga ummælinum frá Mika Roth.

 

Finski ummælarin heldur, at fløgan hjá Fróði & The Pink Slips er á serstakliga høgum støði.

 

- Eg eri aloftast ikki áhugaður í sokallaðum tema-útgávum, av tí at formurin tá oftast fær stóra ávirkan á einskilda innihaldið á fløguni. Men The Mouse er eitt gleðiligt og yvirraskandi undantak. Ljóðið og tekniski parturin er á 1. klassi, skrivar ummælarin og heldur fram við at rósa føroyska bólkinum:

 

- Løgini rigga eisini væl skild frá hvørjum øðrum, og tá er tann hægsti karakterurin tað einasta alternativi, sigur Mika Roth.

 

Fløgan The Mouse er upptikin í Lundgaard Studio í Danmark í samstarvi við Óla Poulsen.

 

Fløguummælið kann lesast her