Fimm stjørnur til Fiat 500

Nýggi minibilurin Fiat 500, sum varð presenteraður í Torino 4. juli 2007, júst 50 ár eftir at forgangarin eisini varð presenteraður á sama stað í 1957, fekk fimm stjørnur, eftir at bilurin hevði gjøgnumført EuroNCAP krasjtestirnar.

Sagt verður frá EuroNCAP, at tað er flott fyri ein bil í miniklassanum at fáa fult stigatal fyri at verja tey ferðandi í bilinum.