Fimm stjørnur til elbil

Elbilurin Nissan Leaf fekk fimm stjørnur og hægsta karakter í evropeisku krasjtestunum EuroNCAP. Testin vísti, at Nissan Leaf er eins tryggur og vanligir bilar í sínum klassa.

Nissan Leaf hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir og t.d. er battaríkassan goymdur undir baksetrinum, fyri at verja battaríni í einum frontalum samanstoyti.


Standardurin er nú settur av Nissan Leaf fyri komandi elbilar á evropeiska marknaðinum, sigur Michiel van Ratingen, stjórnarskrivari hjá EuroNCAP.