Danski bólkurin Alphabeat, ið verður at hoyra á Summarfestivalinum, verður róstur til skýggja fyri nýggju útgávuna.
Enska blaðið ?The Observer? hevur júst givið Alphabeat fimm út av fimm stjørnum fyri dagførdu debutfløguna.
Fløgan sjálv kemur ikki út fyrr enn 2. juni, men so leingi kundi bretski ummælarin ikki at halda sær.
Ummælarin nevnir fløguna eitt ?modernað popp-meistaraverk? og rósar serliga lagnum ?Fascination?, ið hevur selt yvir 100.000 eintøk í Onglandi. Eisini heldur hann løgini ?10.000 Nights?, ?Boyfriend?, ?Go-Go? og coverlagið ?Public Image? skara fram úr.
Samstundis setir ummælarin eisini bólkin í samband við nøvn sum David Bowie og Kate Bush og frøist um, at tónleikurin tykist at taka ein aftur í tíðina ? ?til eina tíð, har popp ikki bert var nakað skrambul, ið er ætlað til børn?.
Skal man trúgva vøkru orðunum, verður tað neyvan eitt vónbrot at hoyra bólkin í Klaksvík vikuskiftið 7-9 august.