Fimm stilla upp fyri Sjálvstýri í Klaksvík

Á uppstillingarfundi hjá Norð­­oya Sjálvstýrisfelag í gjár­kvøld­­ið vórðu fimm fólk vald at koma á listan til bý­ráðs­­val­ið í Klaksvík.

Val­evnini eru:

Sven Dahl, orkutøkningur hjá Magn
Beinta Klakstein, leiðari fyri frí­tíð­arskúlan hjá Klaksvíkar kommunu
Rúna Sivertsen, leiðari hjá ABC barnahjálp
Jógvan Skorheim, býráðslimur og løgtingsmaður
Kristian Eli Zachariasen, verkætlanarleiðari hjá Føroya Tele

Beinta Klakstein er 33 ára gomul og stillar upp fyri fyrstu ferð. Hini valevnini hava øll stillað upp áður.