Hvør er besti framherjin í Vodafonedeildini?
- Arnbjørn Hansen, Andrew av Fløtum og eg sjálvur. Vit hava somu evnir, og fólk vænta, at vit skjóta mál í hvørjum dysti.
Hvør er tín fyrimynd?
- Tá eg var yngri var tað Diego Maradona. Men nú er tað Didier Drogba úr Chelsea. Hann er kropssterkur sum fáur, og honum nýtist sjáldan hjálp. Hann kann standa seg millum fýra ella fimm verjuleikarar einsamallur.
Er nøkur løta á vøllinum, tú helst vil gloyma?
- Sjálvsagt. Sum yngri hevði eg ilt við at halda høvdið kalt á vøllinum. Eg havi fingið fleiri tápulig reyð kort, har eg havi skumpað og sligið mótstøðuleikara. Men tað er ikki ein trupulleiki longur.
Hvør er tín størsti ótti?
- Sum flestu fótbóltsleikarar óttist eg skaðar.
Hvat minnist tú best í føroyskum fótbólti?
- Eg havi havt fleiri frálíkar løtur. Eitt nú steypafinalan í 2007, tá eg var millum málskjúttarnar.