Fimm spurningar svarast

Tingfundurin er júst byrjaður - fimm spurningar verða svaraðir í dag

Nógv punkt eru á dagsskránni til tingfundin í dag, sum júst er byrjaður, men fyrst og fremst eru tað svar uppá fimm fyrispurningar, sum eru spennandi.

 

Fyrstu málini eru 3. viðgerðir av málum, sum eru meira av tekniskum slag, meðan tingið við 2. viðgerð skal taka endaliga støðu til fríhandilsavtaluna, sum er gjørd við Turklaland.

 

Talan er um uppskot til samtyktar, so tað skal bert hava tvær viðgerðir.

 

Spurningarnir, sum skulu svarast, eru um grøna orku í Haraldssundi og um byrgingina har. Eitt svar er um, hvussu nógv MVG landskassin fær frá kommununum, hvørjar reglur eru fyri oljutangum og eitt svar uppá, hvør tað er, sum eigur Smyril Line.