Flestu flokkar og valevni siga seg vilja arbeiða fyri ungdómin. Men hvat merkir hetta ítøkiliga? Sum oftast onki – bert tóm orð og lyfti – men ongin handling.
Ungu atkvøðurnar eru nógvar og avgerandi, og tí vilja øll fáa tey ungu at velja seg. Men tíverri er langt millum lyftini áðrenn valið, og konkretu broytingarnar í gerandisdegnum, ið gera lívið lættari.
Tómu lyftini hava eisini havt ta avleiðing við sær, at nógv ung velja at lata vera við at taka lut seg í samfelagskjakinum og politikki sum heild.
Vit í Tjóðveldi meina tað, tá vit siga vit vilja raðfesta ungdómin.
Tí hevur Tjóðveldi saman við Unga Tjóðveldinum sett nøkur heilt konkret mál, ið skulu gera tað lættari at vera ungur í Føroyum – og lokka lesandi at velja Føroyar.
1. Lestrarstuðulin til lesandi undir hægri útbúgving skal hækkast 1000 kr. Tað líkist ongum, at føroyingar, ið fara av landinum at lesa, fáa nógv hægri studning enn tey, ið velja at lesa í Føroyum.
Hetta letur seg væl gera, og kemur í mesta lagið at kosta uml. 11 mió. kr. Ikki tóm orð, men eitt konkret og realistiskt lyfti.
2. 100 lestrar- og lærlingaíbúðir byggjast í komandi valskeiðið. Tað er umráðandi, at vit kunnu bjóða okkara ungu íbúðir og kømur, sum tey ungu hava ráð at búgva í.
3. Hetta ber eisini væl til. Vit hava ráðført okkum við Bústaðir, og fingið garanti fyri, at ber til at gera íbúðir, ið koma at kosta uml. 2.500 – 3.000 kr. um mánaðin. Prísin kenna vit ikki heilt enn, men útrokningar hjá Bústaðir staðfesta, at tað letur seg gera.
4. Lestrarstuðul 12 mánaðar um árið – útreiðslurnar fara ikki í summarferiu, og tí skulu ung eisini fáa stuðul í summarsteðginum. Konkret lyfti. Kostar heldur ikki tað stóra.
5. Styrkja Fróðskaparsetur Føroya – í heildarætlanini um fólkavøkstur fingu vit staðfest, at vit kunnu útbyggja Fróðskaparsetrið, soleiðis at vit fáa eitt veruligt kampus-øki og skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi. Kostnaðurin er 250 mió. kr., men talan er um eina íløgu, ið vit skjótt vinna inn aftur.
6. Styrkja møguleikarnar hjá ungum at ávirka samfelagið – ungu skulu taka lut í samfelagslívinum, og tí skjóta vit upp, at vit lækka valaldurin til 16 ár og styrkja undirvísingina í samfelagsviðurskiftum í fólkaskúlanum.
Lat okkum seta ungdómsmál í fokus!
Vil tú hava eitt ungt umboð á ting, sum talar tín sak og hugsar um tín gerandisdag?
So heiti eg á teg um at geva mær tín stuðul 1. septebmer.
Eg eri 21 ár, búgvi í Føroyum, og havi beinleiðis innlit í gerandisdagin hjá ungum – og beinleiðis áhuga í at broyta hann.
Vil tú hava broyting?
Far so á val 1. september, og set x við Tór Marna Weihe!










