Fimm skotin til deyðis og 16 særd í Chicago

Fimm eru skotin til deyðis og 16 eru særd í skottilburði ímóti 4. juli-haldi í einum forstaði til Chicago á tjóðardegnum í USA, skrivar Reuters.

 

Fimm eru deyð og 24 særd í einum skottilburði ímóti eini 4. julu skrúðgongu í einum forstaði til Chicago.

 

Skotið varð eftir skrúðgongu á amerikanska tjóðardegnum í eini park í Chicagoðforstaðnum Highland Park, boðar løgreglan á staðnum frá á Twitter.

 

Skrúðgongan varð brádliga steðgað av skotum – bara tíggju minuttir eftir at hon byrjaði.

 

– Fleiri hundrað fólk fóru at renna fyri at sleppa sær undan skotunum, skrivar The Chicago Sun-Times.

 

Minst 20 eru illa særd sambært løgregluni.

 

Øll runnu skríggjandi burtur og royndu at koma sær undan, sigur sjónvarpsstøðin CBS 2.

 

Løgreglan sigur, at skotið varð eftir skrúðgonguni frá einum taki. Ein riffla varð funnin á staðnum.

 

Illgerðarmaðurin er ikki tikin.

 

Tað eru eingin tekin um, at illgerðarmaðurin hevur tikið gíslar ella hevur byrgt seg inni onkustaðni.

 

/ritzau/Reuters