Náttarlív
Tað eru teir seks, Rúni Olsen, Runi Djurhuus, Háldan Haldansen, Hans Jørgen Djurhuus, Bárður Højgaard og Janus Einar Sørensen, sum standa handan nýggja felagið, sum skal reka tey fimm dansi- og skeinkistøðini, sum eru nevnd omanfyri.
Rúni Olosen, Bárður Højgaard og Janus Einar Sørensen eru allir nýggir í hesum høpi, meðan hinir tríggir hava verið aktivir innan bransjuna seinasta góða árið.
Enn hava nýggju eigararnir ikki tær heilt stóru viðmerkingarnar til tíðindini, og tað verður at kalla bert víst til tíðindaskriv, sum verður sent miðlunum.
Rúni Djurhuus, sum undan hesum hevur rikið Cippo og Manhattan saman við Háldan Haldansen, sigur, at fyrimunirnir í slíkar samanlegging eru fleiri.
- Sum er hava vit nýtt kreftirnar at kappast móti hvørjum øðrum. Sjálvandi verður ein ávís kapping um kundarnar framvegis, men við eini samanlegging vænta vit at fáa fleiri rakstrar-fyrimunir.
Men á hvønn hátt kemur kundin at merkja hetta?
- Tað er kanska ikki so lætt at siga. Men til dømis er tað upplagt, at tað er lættari hjá okkum at gera avtalur, tá vit hava eitt breitt konsept aftanfyri, sigur Rúni Djurhuus.









