Fimm skúlar við bert einum næmingi

Lækkandi barnatalið kring landið sæst eisini aftur í talinum av næmingum í summum skúlum. Í fimm teirra er bert tann eini næmingurin.

Ein partur av tí "starvinum" at ganga í skúla, er at hava fleiri aðrar næmingar at spæla við í fríkorterinum.

Soleiðis er í teimum flestu skúlunum kring landið. Men tað eru kortini teir skúlarnir, har næmingarnir ikki hava henda sama møguleika.

Her er støðan hon, at teir eru einsamallir næmingar í einum heilum skúla.

Hesir skúlar eru spjaddir kring landið, teir flestu tó á teimum smærru útoyggjum.


Ymiskir flokkar

Í einum yvirliti yvir næmingar í teimum føroysku skúlunum, sum Mentamálaráðið hevur gjørt, fæst ein greið ábending um støðuna.

Ein av hesum skúlum er tann í Stóru Dímun, har bert tann eini næmingurin - ein genta - er í øllum skúlanum. Hesin næmingurin gongur í 2. flokki.

Ein annar skúli undir somu korum er tann í Fámjin. Hóast bygdin hevur staðið í vøkstri í fólkatali, sæst hetta ikki beinleiðis aftur í talinum av skúlanæmingum.

Hetta komandi skúlaárið er tískil bert tann eini næmingurin í Fámjins skúla. Henda gentan gongur somuleiðis í 2. flokki.

Í somu oyggj liggur bygdin Hov, sum eisini er vaksin í fólkatali, men sum altso bert hevur tann eina næmingin, - eina gentu sum júst er farin í 1. flokk.

Á eystastu oyggj okkara, Fugloy gongur ein einstakur næmingur - í hesum føri ein drongur - í 6. flokki í tí sum kallast Kirkju- og Hattarvíkar skúla.

Og á vestastu oynni, Mykines gongur ein genta í 5. flokki. 




Smærri skúlar

Skúlarnir, ið verða nevndir í hesi greinini, hava tað til felags at har er bert ein einstakur næmingur.

Tað eru kortini aðrir skúlar kring landið, har tað eru undir 10 næmingar.

Hesir skúlar eru: Haraldsunds skúli við trimum næmingum; Kunoyar skúli við fýra; Funningsfjarðar skúli við fimm; Haldórsvíkar skúli við átta, og Tjørnuvíkar skúli við trimum næmingum hetta skúlaárið.