Fimm skúlar nýggja leiðslu

Í lýsingum í bløðunum søkir Mentamálaráðið eftir fimm nýggjum skúlastjórum..

Størsti skúlin, sum skal hava nýggjan skúlastjóra, er Skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík, eftir at Signar á Brúnni leggur frá sær.

Á Skúlanum á Ziskatrøð ganga 430 næmingar í 10 árgangum, og har starvast 37 lærarar.

Skúlin á Giljanesi, ella Miðvágs/Sandavágs skúli, sum hann eitur, skal eisini hava nýggja skúlastjóra, nú Hans Jørgensen leggur frá sær fyri aldur. Í hesum skúla ganga 314 næmingar í 10 árgangum, og har starvast 22 lærarar.

Tvøroyrar skúli skal eisini hava nýggjan skúlastjóra Johan Joensen, sum leggur frá sær. Á skúlanum á Tvøroyri ganga 261 næmingar í 10 árgangum, oghar starvast 26 lærarar.

Skála skúli skal eisini hava nýggjan fyrstalærara eftir Don Joensen. Í skála Skúla ganga 79 næmingar í sjey árgangum, og har starvast átta lærarar.

Síðsti skúlin, sum skal hava nýggja leiðslu, er Sandoyar Meginskúli, Har ganga 76 næmingar í 6. - 10. flokki, og har starvast níggju lærarar.

Umframt hesar nýggju skúlaleiðslu, so søkir Mentamálaráðið eisini eftir útoyggjalærarum til Mykines, Fugloy og Dimum.