ABSALON hoyrdi í fríggjamorgunin eitt neyðarkall frá einum fraktskipið, sum var álopið av sjórænarum.
Fraktskipið, sum er heimahoyrandi í Hollandi, var tá statt í Aden-víkini og varð álopið av fimm sjórænarum, sum vóru umborð á einum skjóttgangandi báti.
ABSALON sendi beinanvegin eina tyrlu á staðið, tyrlan skeyt ávarðingarskot móti sjórænarunum, fyri at fáa teir at gevast við atsóknini.
Frá hálendska fraktskipinum blakaðu teir neyðblus eftir sjórænarunum, sum endaði við, at sjórænarabáturin stóð í ljósum loga. Sjórænararnir vórðu noyddir at loypa í havið, og vóru síðani tiknir upp av manningini á ABSALON.
Nú verður bíðað eftir boðum, hvat skal henda við bjargaðu sjórænarunum.
Tann brennandi báturin varð sokkin av ABSALON, fyri at hann ikki skuldi verða til ampa fyri skipaferðsluna.
ABSALON verður verandi í Aden-víkini, til teir hava fingið boð um, hvat skal henda við tiknu sjórænarunum, skrivar www.forsvaret.dk.