Fimm sjólætnir í 1979

Mynd frá minningarhaldi teirra sjólætnu í Havna alla halgannadag í 1979.

Minningarhaldið var á Sjómansheiminum, og aftaná varð farið niðan í Viðarlundina, har kransar vórðu lagdir við minnisvarða teirra sjólætnu.


Fimm vóru sjólætnir hetta árið: Torfinn Hovgaard, Vágur, Eilif Mørkøre, Eiði, Eyðun Djurhuus, Tórshavn, Arthur Peter Frost, Tórshavn, og Joen Johannesen, Leirvík.


Umframt tey avvarðandi vóru eisini umboð fyri almennar stovnar við til minningarhaldið so sum Sjóvátrygging og Skipasýnið, Atli Dam og Leif Groth løgdu kransar fyri ávikavist landsstýrið og donsku stjórnina, Petur Christiansen fyri Tórshavnar býráð og Óli Jacobsen legði krans fyri Fiskimannafelagið. Næmingar á Føroya Sjómansskúla og Føroya Fólkaháskúla luttóku eisini í minningarhaldinum