Fimm sett máttu til

Fyri viku síðani vann TB eitt sett frá Fleyr og hesa ferð eydnaðist at taka tvey sett frá Mjølnir, sum tó hevði munin

FLOGBÓLTUR

Mjølnir var púra fyri ongum, tá liðið fyri viku síðani vitjaði í Sørvági, men nú enn ein útidystur var á skránni leygardagin, sá betri út. Tað eydnaðist at vinna á TB í Trongisvági, men sigurin varð ikki fingin til høldar uttan svørðsslag.
Í fyrsta setti sat Mjølnir á øllum, men longu í øðrum setti vendi TB dystinum og helt fram í triðja setti. Tá var Mjølnir á odda 24-16 og manglaði bara settbóltin, áðrenn TB raknaði við og enntá tók settið við 26-24!
At TB hevur fingið Gudrid Nolsøe aftur, er stórur styrkur, og hon lyftir eisini hinar upp við sær. Tað var eisini um reppið, at tað í fjórða setti bar heilt á mál, men best sum TB var komið í gongd, byrjaði spælið hjá Mjølnir eisini at batna í stórum, og tað eydnaðist at vinna settið og yvirliva.
Í fimta og avgerandi settinum var heldur ikki stórur munur á, men Mjølnir royndist drúgvari og fór avstað við sigrinum í einum væl spældum dysti, har serliga servurnar hjá báðum pørtum gjørdu, at liðið hinu megin netið ikki kundi loyva sær at taka sær av løttum.