Fimm Sea Shepherd limir útvístir

Leiðarin á landi, Rosie Kunneke, er víst av landinum.

Niels Erik Nymark Jensen, politiinspektørur, váttaði í Dag&Viku fyri løtu síðani, at teir fimm Sea Shepherd limirnir, ið fríggjadagin vórðu dømd fyri brot á grindalógina, nú verða víst av landinum.


Samstundis upplýsti hann, at løgreglan longu hevur fingið fatur á fýra út av teimum fimm limunum.


Ein av teimum fimm er Rosie Kunneke úr Suðurafrika, ið er leiðari fyri átakinum Sleppið Grindini á landi. Hon varð handtikin á sandinum á Bø, tá ein grind varð hildin til har, og fekk tann harðasta dómin av teimum fimm limunum í Føroya rætti fríggjadagin.


Hini, ið eru útvíst eru Kevin Scheltz, Xavier Figarella, Marianna Baldo og Christophe Bondue.