Í Føroyum eru átta bilasølur, sum eru umboðað av fimm samtøkum, ið eiga bilasølurnar. Størsti á marknaðinum er samtakið Reyni Service og Auto Service, sum eiga 33 prosent av seldu bilunum í 2014, meðan Waag og Co. er næststørst við einum marknaðarparti upp á 26 prosent.
Samlaði bruttovinningurin hjá øllum bilasølunum var tilsamans 93 milljónir krónur í 2014. Hetta eru 9 milljónir krónur meira enn í 2013, og svarar til ein vøkstur uppá 11 prosent samanlagt. Reyni Service hevði hægsta bruttovinningin í 2014.
Lønarkostnaðurin hjá føroysku bilasølunum var 61,6 milljónir krónur í 2014. Samlaði lønarkostnaðurin hækkaði eins nógv, sum bruttovinningurin gjørdi, við 11 prosent. Reyni Service hevði hægsta lønarkostnaðin í 2014.
Lønarkostnaðurin í 2014 var 66 prosent av bruttovinningunum, tað er tað sama sum í 2013. Mest effektiva fyritøkan, tá talan er um lønarkostnað í mun til bruttovinning, var Wenzel, sum lá á 48 prosent, tætt fylgd av Waag & Co. sum lá á knappliga 49 prosent.
Føroysku bilasølurnar høvdu eitt avlop áðrenn skatt upp á 23 milljónir krónur í 2014. Hetta er 3 milljónir krónur meira enn í 2013, tá avlopið var 20 milljónir krónur. Vøksturin svarar til 15 prosent.
Ein samanteljing av samlaða avlopinum hjá føroysku bilasølunum seinastu fimm árini vísir, at avlopið hevur verið 65 milljónir krónur, herav tær 23 vóru í 2014. Waag & Co. hevur staðið fyri 39 prosent av samlaða avlopinum ella 25,5 milljónir krónur.
Føroysku bilasølurnar høvdu við árslok 2014 eina samlaða rentuberandi skuld upp á 129 milljónir krónur. 80 milljónir av hesum vóru til samtakið Reyni Service og Auto Service, svarandi til 62 prosent av samlaðu skuldini.
Meðan skuldin hjá bilasølunum er 129 milljónir krónur, so er tøka kontanta gjaldføri á bók 40 milljónir krónur. Waag & Co., Reyni Service og Berg Motors eiga 37 milljónir av tøku upphæddini. Hetta svarar til 91 prosent.
Toyota, Citroen og Ford eru liggja ávikavist sum nummar eitt, tvey og trý, tá føroyski topp- listin yvir best seljandi bilmerkini í Føroyum verður gjørdur. Hesi trý bilmerkini stóðu fyri 43 prosent av samlaðu bilsøluni í 2014.
Niðanfyri síggjast fleiri bilasøluhagtøl.
_____________________________________________
Greining í Vinnuni í Sosialinum 25. september 2015/Eyðfinn Reyðberg










