Fimm ára semja við sjúkrasystrarnar

Eitt veruligt frambrot á almenna arbeiðsmarknaðinuml sigur Bárður Nielsen, sum fegnast um, at lønarvøksturin yvir eitt longri tíðarskeið verður hildin á einum rímiligum støði Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at semjan fevnir um fimm á, har av gott og væl eitt ár eru afturvirkandi, tí gamli sáttmálin var farin úr gildi.

Samlaði vøksturin í lønarkarmurin er hetta tíðarskeiðið 11,6%. Av hesum eru 2,6% tann lønarvøkstur, sum hinir almennu sáttmálarnir hækkaðu við samráðingum seinat, men har til er talan um vøkstur á 3% fyri næstu trý árini.

Halda kappingarførinum

- Hetta er eitt veruligt nýbrot innan almenna arbeiðsmarknaðin, og eg vóni, at sáttmálar yvir longri áramál í størri mun fara at eyðkenni framtíðina, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri.

- Trupulleikin hjá okkum hevur verið, at vit hava nýtt mest sum alla orku til lønarsamráðingar. Semjuarnar seinastu ferðirnar hava annars allar nortið við eitt nú førleikamenning, men veruleikin hevur verið, at vit ongan tíð eru komin hartil, tí vit mest sum uttan slit hava verið í samráðingum við okkurt felag.

Um lønarvøksturin fram til 2010 sigur fíggjarmálaráðharrin, at hann ikki er ónøgdur við hendan.

- Søguliga, so hevur árligi vøksturin eftir kreppuárini verið millum 4 og 4,5% um árið, og tað vita vit, er alt ov nógv. Tann tilvitanin var eisini sjónlig, tá seinastu samráðingarnar góvu 2,6% yvir tvey ár. Sæð í mun til lønargongdina uttanlands, so er hetta á leið støðið. Hjá okkum er sera umráðandi, at talan ikki er um ein lønarvøkstur, sum skeiklar kappingarførið, og tað haldi eg ikki, at hesin ger, sigur Bárður Nielsen.