Í Wales leita stór løgreglulið eftir teirri fimm ára gomlu April Jones, sum hvarv í heimbýnum Machynlleth í gjárkvøldið. Hon var úti og spældi við eina vinkonu, men tá mamman kom eftir henni, greiddi vinkonan frá, at onkur hevði tikið April inn í ein ljósan vøruvogn og var farin avstað við henni.
Løgreglan hevur sent nógv fólk, hundar og tyrlur at leita eftir gentuni, og allastaðni eru vegabyrgingar settar upp.
Samstundis leita umleið 200 sjálvboðin í býnum, har umleið 2.000 fólk búgva.








