Fimm ráð til foreldur í talgilda heiminum

Tað er eitt stórt trýst á foreldur í hesum nýggja internetheiminum. Meðan børnini eru sonevnd innfødd í talgilda heimin, eru foreldrini tilflytarar, og eins og tey innføddu duga málið og at ferðast í hesum fagra nýggja heiminum, mugu foreldrini hava hjálp. Kortini eru tað foreldrini, sum eiga at duga at seta mørkini fyri, hvat tey ungu sleppa og mugu læra tey, hvat er í lagi at gera og ikki.

 

Í Sosialinum í gjár var hesin listin yvir góð ráð til foreldur um, hvussu tey skulu bera seg at í hesum nýggja, fagra, talgilda heiminum, við sínum stóru vandum.

 

1. Góðtak at elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at vera, og tú kanst eins væl taka í hondina á barninum og leiða tað gjøgnum vandarnar á netinum. Vís vegin – eins og í ferðsluni.

 

2. Tosa við tey. Sum foreldur hevur tað týdning at hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá tey eru á netinum og at tosa við tey um tað fyri á henda hátt betur at skilja, hvat tey fáast við á netinum, og hvussu tey nýta fartelefonina.

 

3. Kunna teg og fylg við. Vitja tær síður, sum tey ungu vitja Kjatta send ein sms, spæl við – royn sjálv. Vís áhuga í staðin fyri ótta, sum ofta kemur av vantandi kunnleika til hesar nýggju samskiftismøguleikar.

 

4. Lat vera við at seta forboð – men set ístaðin realistisk mørk. Ger t.d ein politikk fyri nýtslu av interneti, fartelefon, myndatólinum í telduni, spølum v.m saman við børnunum.

 

5. Minst til at forvitni og at royna, hvussu langt tú kanst fara, eru nátúrlig, og at tín ábyrgd ikki bara er at siga nei, men at vera tann vaksni, ábyrgdarfulli sparringspartnarin, tá mørk skulu roynast.

 

6. Lurta eftir børnunum, tá tey royna at taka teg við. Lurta eisini eftir tí, sum ikki verður sagt. Legg merki til broytingar í teirra atburði. Eru tey kedd ella stúrin?