Fimm ár síðani yvirgangsálopið í Oslo og Utøya

22. juli 2011 varð Noreg rakt av ógvusligasta yvirgansálopinum í norskari søgu.

 

Ein 32 ár gamal maður sprongdi fyrst part av stjórnarbygningunum í Oslo, áðrenn hann fór út á Utøya, har ungdómsfelagið hjá norska Javnaðarflokkinum hevði summarlegu, har hann skeyt frá hond.

 

77 fólk lótu lív hendan dagin, 69 á Utøya og sjey í Oslo. Í Oslo vóru 200 særd og 58 á Utøya. 

 

Fyrsta álopið var framt klokkan 15.25 lokala tíð, tá ein bilbumba brast undir stjórnarbygningunum. Tveir tímar seinni, steig Anders Behring Breivik í land á Utøya, ílatin sum løgreglumaður.

 

Í yvir ein tíma reikaði hann runt á lítlu oynni og skeyt fólk. 70 minuttir seinni bleiv hann handtikin. Hann játtaði seg beinanvegin sekan í ákærunum og 24. august 2011 varð hann dømdur strangastu revsing í Noregi, forvaring í 21 ár. Sambært yvirgangsmanninum framdi hann álopið fyri at bjarga Noregi og vesturevropa frá mentanarmarxistunum og muslimskari yvirtøku.

 

Millum 560 og 700 ung vóru á Utøya, tá yvirgangsmaðurin kom á oynna. Mong teirra lupu á sjógv og royndu at svimja til lands, meðan onnur settu seg í árabátar, sum vóru á oynni. 200 ung vóru drigin upp úr vatninum av fólkum, sum komu at hjálpa.