Fimm ár síðani KÍ vann í Runavík

NSÍ hevur allar útispælararnar tøkar undan toppdystinum við Løkin

Tað er rárasta hending, at klaksvíkingar vinna við Løkin. Tað plagdi at hilnast væl hjá KÍ á útivølli ímóti NSÍ. Nú hevur tað leingi verið torført. Fimm tey seinastu árini hevur NSÍ vunnið ella er tað endað javnt.

Síðsti KÍ sigurin við Løkin var fyri fimm árum síðani. Í gjár – 16. mars – í 2013 fóru klaksvíkingar úr Runavík við 3-2 sigri. Síðani hava teir ongantíð vunnið fulla úrtøku í Runavík.

 

NSÍ liðið er sera væl fyri. Málverjarnir Andras Gango og Símun Rógvi Hansen eru skaddir. Men Tórður Thomsen er væl skikkaður avloysari. Úti á vøllinum eru allir spælararnir tøkir. Eisini Øssur Dalbúð, sum var skaddur, tá ið NSÍ sunnudagin vann 4-0 í Trongisvági.

At tað eru so nógvir um boðið í NSÍ er orsøk til, at bæði Jannik Olsen og Andri Benjaminsen í vikuni fluttu til Skála.

 

Í Klaksvík eru tað fleiri, sum halta. Ísak Simonsen og Ólavur Niclasen eru skaddir, og tað er ivasamt, um Hákun Edmundsson og Marko Dusak eru førir fyri at spæla. Jákup B. Andreasen hevur givið avboð til U-21 landsliðið. Um hann ikki verður førur fyri at spæla í dag er talan um sera stóran miss á miðvøllinum, har tað kann roknast við, at talan verður um nógvar nærdystir - á vøllinum og í luftini.