EM-undankappingardysturin Føroyar - Rumenia verður leiktur í dag, sunnudagin, klokkan 17.00 í Høllini á Hálsi
Tá ið Føroyar í dag bjóða rumensku stjørnunum av, er hetta ikki fyrstu ferð.
Tvær á føroyska liðnum og tvær á rumenska liðnum hittust í European Open kappingini í 2014, har føroyska U18-landsliðið skelkaði rumensku stjørnurnar í seinna hálvleiki.
Eftir at Rumenia var á odda 10-3 í hálvleikinum, svaraðu føroysku genturnar aftur, men megnaðu kortini ikki at fáa stig, tí Rumenia vann dystin 14-13.
Tvær av føroysku gentunum henda dagin eru við A-landsliðnum í dag ímóti Rumenia, ið somuleiðis hevur tveir leikarar frá hesum dysti á liðnum.
Fyri Føroyar er talan um Marionnu Geirsdóttir Eystberg og Guðrið á Borg. Tær hitta í dag Lorenu Ostase og Cristinu Laslo aftur.
Føroyar fingu í European Open kappingini í 2014 javnleik ímóti Íslandi og ein sigur ímóti Finnlandi og endaðu nummar 16 av 18 liðum.
Rumenia endaði nummar fimm, men ein mánað seinni gekk væl frægari. Tá vunnu Rumenia og tær báðar Lorena Ostase og Cristina Laslo U18-HM við knúsandi 31-21 sigri á Týsklandi í finaluni.
##med2##
Føroyska U18-landsliðið henda dagin í juni 2014 var mannað soleiðis:
Súsanna Pálsdóttir Nólsoy (4 mál)
Brynja Høj (2 mál)
Gudrun Restorff Olsen (2 mál)
Guðrið Poulsen (2 mál)
Tóra Eliasen (1 mál)
Marianna Geirsdóttir Eystberg (1 mál)
Beinta Sveinbjørnsdóttir Poulsen (1 mál)
Guðrið á Borg
Marita á Fríðriksmørk
Annika Arge
Beinta Bárðardóttir
Hanna Hildibjartsdóttir Hansen
Lilja Mohr
Jórun Bech Nielsen
Kristina Poulsen
Magna Tórðardóttir
##med3##
##med4##