Fimm ár síðani Føroyar-Grikkaland 2-1 - Hoyr gott minnisbrot frá FM1

(FM1) Endurhoyr legendarisku frásøgnina hjá Tróndi Arge og Jens Martini Knudsen

13. juni í 2015 er ein tann størsti dagurin í Føroya fótbóltssøgu. 

Tá vunnu Føroyar á Tórsvølli ein uppibornan 2-1 sigur á Grikkalandi aftaná eitt framúr gott leikligt avrik.

Endurhoyr HER  : legendarisku útvarpsfrásøgnina hjá Tróndi Arge og Jens Martin Knudsen á gamla Rás2 sum FM1 æt tá, tá føroyska A-landsliðið vann annan EM-undankappingardystin á Grikkalandi innanfyri sjey mánaðir. Hoyr eisini samrøður við Atla Gregersen, landsliðsvenjaran, Lars Olsen, liðskiparan, Fróða Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst. 

Føroyar - Grikkaland 2-1 (1-0)

1-0: Hallur Hansson, 32. min.
2-0: Brandur Olsen, 70. min.
2-1: Sokratis Papastathopoulos, 84. min.

FØROYAR:

1. Gunnar Nielsen
4. Atli Gregersen
5. Sonni Ragnar Nattestad
6. Hallur Hansson
7. Fróði Benjaminsen (L)
8. Brandur H. Olsen
9. Gilli Sørensen (2. Jóhan Troest Davidsen, 13. min.)
10. Christian Lamhauge Holst (15. Odmar Færø, 74. min.)
11. Jóan Símun Edmundsson (20. Rene S. Joensen, 90. min.)
14. Sølvi Vatnhamar
22. Bárður J. Hansen

(Kelda: FaroeSoccer)