Fimm ár eru farin – men enn er eingin ætlan

Tað eru fimm ár síðani, at ST mælti til, at øll lond fáa eina brekpolitiska ætlan. Men í Føroyum er enn eingin yvirskipað ætlan. Tað er niðurstøðan hjá Tóru við Keldu, forkvinnu í Megd, sum er meginfelagið hjá teimum ið bera brek.

 

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýriskvinnuna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, hvat hon heldur um uppskotið frá Megd um at seta eitt talsfólk fyri brekøkið í Føroyum.

 

– Í svarinum til løgtingskvinnuna er týðiligt, at eftir fimm árum við greiðum niðurstøðum frá ST-nevndini, er enn eingin yvirskipað ætlan fyri, hvussu sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skal setast í verk í Føroyum, staðfestir Tóra við Keldu.

 

Hon vísir á, at í 2014 hevur ST nøkur greið tilmæli til føroyingar. Eitt tilmælið er, at Føroya Landsstýri setir í munagóðar brekpolitiskar virkisætlanir í verk, so at sáttmálin av álvara fæst at virka. Eitt annað tilmæli er, at Føroya Landsstýri stovnar ein mannarættindastovn at fremja og verja mannarættini.

 

Í samband við mannarættindastovn hevur Megd skotið upp at Føroyar fáa eitt óheft talsfólk á brekøkinum. Men landsstýriskvinnan sigur, at enn hevur hon ikki tikið støðu til, um eitt óheft talsfólk eigur at verða sett fyri brekøkið, hóast hon heldur, at skipanin er áhugaverd.

 

 

Les eisini: Føroyingar við breki skulu hava ein óheftan talsmann

 

 

– Vert er at vísa á, at Føroyar er einasta land í Norðurlondum, sum ikki hevur eina óhefta eftirlitsskipan, sigur Tóra við Keldu.

 

Kortini sigur landsstýriskvinnan, at í løtuni verður arbeitt við at seta eina samskipandi eind í miðfyrisitingina, sum skal tryggja at sáttmálin verður hildin – men hon hevur tó ongan fund havt enn.

 

– Aftur at óvissuni um óhefta talsfólkið, skal samskipandi eindin, sum enn ikki er virkin, gera uppskot til brekpolitiska virkisætlan, sigur Eyðgunn Samuelsen. Við øðrum orðum hongur brekpolitiska virkisætlanin enn í leysum lofti, staðfestir Tóra við Keldu.

 

Nú vit skriva 2019, og fimm ár eru liðin, er tað hugstoytt at hoyra, at enn eingin ætlan enn er á veg, heldur forkvinnan í Megd.

 

Hon heldur, at tað er neyðugt við eini brekpolitiskari virkisætlan, tí hon skal fevna um øll rættindi og týðandi øki, sum ST-sáttmálin fevnir um. Tí heldur hon, at tað er neyðugt at vit seta okkum nøkur ítøkilig mál, ið eisini kunnu mátast, og at peningur verður játtaður til tað.