Leygardagin var Róðrarneystið á Argjum karmur um úttøkukappingina, har tey kundu royna seg, sum høvdu hug at sleppa við til heimsmeistarakappingina í inniróðri, sum verður í Boston í USA um ein góðan mánað, tann 16. februar.
Tilmeldingin var ikki stór, tí bara fimm røðarar møttu upp til kappingina, har tey skuldu klára eina ávísa kravtíð, sum í hesum føri var eitt pláss millum 25 tey bestu, mett eftir úrslitunum frá heimsmeistarakappingini í fjør.
Tá avtornaði, høvdu allir fimm røðararnir staðið royndina, so teir sleppa við til Boston í næsta mánað. Tey fimm vóru Toni Dam, Jens Kristian Dam, Búgvi Poulsen, Dánjal Martin Hofgaard og Annetta Cecilia Ejdesgaard.
– Tað er hugaligt, at hesi fimm kláraðu kravtíðirnar, og eisini er tað hugaligt, at onkur av teimum hevði sera góð tíð eisini, sigur Jan Herman Hansen, formaður í Róðrarsambandinum, sum tó er vónbrotin av, at ikki fleiri røðarar hildu seg framat.
– At bara fimm møta, er alt ov lítið, so vit hava longu umhugsað, um vit ikki í framtíðini skulu gera hetta upp á onkran annan máta. Luttøkan í fjør var ikki stór, og í ár var hon uppaftur minni, so spurningurin er, um úttøkukappingin skal skipast øðrvísi og kanska heldur ikki vera fyrst í januar.
Tey fimm, ið hava klárað kravtiðirnar til HM, skulu bara møta upp, tá farið verður avstað til Boston, tí Róðrarsambandið rindar fyri ferð, kost og gisting.