Fimm persónar afturat smittaðir í Danmark

Fimm persónar afturat í Danmark eru smittaðir við corona smittuni.

Í alt eru 20 smittaði, og fleiri teirra eru afturkomin av ferð í norðara parti av Italia. Av teim 20, er ein í Føroyum, skriva danskir miðlar.

286 persónar eru í karantenu í Danmark.

Fyrrverandi landsliðsleikarin í fótbólti, Thomas Kahlenberg, er millum tey smittaðu, skriva danskir miðlar. Tí er 13 paersónar í Brøndby hópinum í karantenu. Kahlenberg er smittaður á ferð í Amsterdam, har 82 persónar eri skrásettir sum smittaðir.

Kahlenberg var í Amsterdam, tí fyrrveandi felagi hansara á landslinum, Christian Poulsen, hevði føðingardag. Tí er Poulsen eisini settur í karantenu, sum fyribyrhjandi tiltak.

Í Svøríki eru nú 59 persónar smittaðir og í Noreg 86 persónar.

Danska Sundhedsstyrelsen væntar at fleiri smittaði verða í Danmark í næstum, her eisini persónar eru ímillum, ið smitta hvønn annan í Danmark.

Tí eru boð millum annað givin um,  at ein eigur at halda seg heima við hús, um ein hevur vitjað støð, har nógv eru smittað. Serstakliga, um hetta er hent eftir 2. Mars.