Fimm og ein hálvan mánað í isolatión

Ákærdi maðurin í narkotikamálinum, sum er fyri einum nevningatingi hesa vikuna, breyt reglurnar og smuglaði tvey brøv út úr fongslinum. Tí varð hann settur aftur í isolatión frá 28. november, og hann er framvegis í isolatión

Vit halda fram, har vit sleptu í blaðnum í gjár.

Bakmaðurin var ikki nøgdur við innpakkingina, og tí varð alt amfetaminið pakkað umaftur í Hanstholm. Hetta fór fram á sjómansheiminum í býnum.

Síðani fleyg bakmaðuin heim aftur til Íslands, meðan tveir av hjálparmonnunum sigldu bátin umvegis Hetland til Føroya. Sunnumorgunin 9. september leggja teir at á Gomlurætt.

Har seta báðir menninir seg í samband við ein tilvildarligan kirkjubøing, og har bíða teir eftir ákærda, sum teir høvdu ringt til. Síðani verður farið oman í havnina á Gomlurætt at skoða bátin, og nakrar taskur verða tiknar úr bátinum og settar í viðførisrúmið á bilinum.

Týsdagin eftir er ákærdi í Klaksvík og í Havn. Við honum eru báðir íslendararnir. Teir fáa pengar fluttar við Western Union hendan dagin, 7.640,92, sum ákærdi fekk besta vin sín í Føroyum at taka ímóti. Hvørki ákærdi ella íslendingarnir høvdu samleikaprógv uppi á sær.

Leigaði báturin, ein Bavia 30, verður uppdagaður mikudagin 12. september um morgunin, og klokkan 13 sama dag varð báturin rannsakaður av løgregluni. Báturin var eftirlýstur, tí illgruni var fyri, at hann varð nýttur til smugling.

Løgreglan fann kortini einki narko umborð á bátinum, sum rímiligt var, tað lá jú alt í bilinum hjá ákærda.

Mynd var tikin av bátinum, sum varð send til Íslands, og íslendska løgreglan kom til Føroya at kanna málið saman við føroysku løgregluni.

Eygað verður nú hildið við bátinum fyri at vita, hvussu menninir koma og fara.

 

Vendu aftur

Hóskvøldið 13. september er ákærdi í veitslu í Vágunum saman við íslendsku vinunum og einari føroyskari gentu. Seinni fara tey til Klaksvíkar, og har sigur ákærdi seg fáa at vita, at hann í fleiri dagar hevur koyrt runt við narkotiskum evnum í viðførisrúminum.

Tá hann seinni um kvøldið fer heim aftur til Vestmanna, har føroyska gentan býr, greiðir hann henni frá, at hann hevur narkotika í bilinum.

Leygardagin eru teir tríggir so í Suðri haðani teir koma aftur um kvøldið. Sunnukvøldið verður so bilurin hjá ákærda sæddur á Gomlurætt, og síðani verður báturin sigldur til Vestmanna, meðan føroyski vinurin hjá ákærda koyrir bilin til Vestmanna.

Hetta kvøldið verða taskurnar við amfetamini og extacy so bornar umborð aftur á bátin.

Mánadagin verða teir báðir íslendingarnir sæddir saman við pápa at vininum hjá ákærda. Hann er samstundis pápi at unnustuni hjá ákærda. Um trítíðina hendan dagin fer báturin av Vestmanna við kós móti Íslandi, men av tí at teir hildu seg sigla á eitthvørt, vendu teir aftur inn á Vestmanna.

Stutt fyri klokkan átta um kvøldið kom bilurin hjá ákærda á keiina í Vestmanna, og við í bilinum var ein myrkhærd genta, sambært upplýsingum frá løgregluni. Bilurin koyrdi til og frá fleiri ferðir, og einu ferðina hevði ákærdi ein posa við sum vísti seg at innihalda kavaraútgerð.

Annar av íslendingunum kavaði síðani niður at kanna skrúvuna, eitt arbeiði, sum tók einar 45 minuttir.

 

Isoleraður

Dagin eftir, týsdagin 18. september, fer báturin so aftur av Vestmanna.

Ákæri og løgregla vildu ikki handtaka menninar og rannsaka bátin, tí tey kendu seg ikki vís í, at rúsevnini vóru umborð á bátinum. Tað kundi jú hugsast, segði Linda Hesselberg, at menninir høvdu bundið taskurnar í eina boyu, tá teir vóru ávegis dagin fyri, og so taka tær upp aftur á veg til Íslands.

Í staðin bóðu teir Triton halda eyga við bátinum á ferðini til Íslands, og tá báturin við teimum báðum íslendsku monnunum og rúsevnunum kom inn í lítlu bygdina Fáskrúðsfjørð, stóð íslendska løgreglan fyri teimum. Menninir vórðu handtiknir og hald varð lagt á rúsevnini.

Heima her í Føroyum varð tann ákærdi handtikin og settur í grundlógaravhoyring 21. september. Hann varð síðani varðhaldsfongslaður og settur í isolatión. Hann sat so isoleraður fram til 31. oktober, tá løgreglan ikki meiri metti, at ákærdi kundi hava nakra ávirkan á kanningina.

Men ákærdi hevði ikki virt forboð og ávaringar, sum løgreglan hevði sett honum. Hann hevði nevniliga smuglað tvey brøv út úr fongslinum, hóast hann staðiliga var ávaraður ímóti hesum.

Brøvini vóru til eitt vitni – uttan at tað beinleiðis varð sagt, er talan allarhelst um unnustuna – har ákærdi eisini hevur úttonkt ein máta hjá henni at fáa brøv smuglað inn til hansara.

Hetta førdi so til, at ákærdi aftur varð settur í isolatión 28. november, og har situr hann í hvussu er inntil fríggjadagin, tá rættarmálið móti honum væntandi endar. Tá hevur hann sitið isoleraður í 177 dagar.

Vinmaður tann ákærda var eisini í grundlógaravhoyring. Hann hevði millum annað lagt navn til peningaflutningin við Western Union, hann hevði umvegis ákærda lánt íslendingunum kavaraútgerðina og hann hevði koyrt bilin við rúsevnunum í av Gomlurætt til Vestmanna sunnukvøldið 16. september, tá taskurnar vórðu skipaðar úr bilinum í bátin aftur.

Ákærin, Linda Hesselberg, segði seg kortini trúgva manninum, tá hesin segði seg einki vita um málið, og tískil var eingin ákæra reist móti honum.