Fimm Nordplus skipanir

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2004-2006 sett í gongd fimm ymiskar Nordplus skipanir, sum veita stuðul til flytføri, netverk og samstarv innan útbúgvingarøkið

Skipanirnar venda sær til øll útbúgvingarøki í teimum fimm norðurlendsku londunum og teimum trimum sjálvstýrandi økjunum, Føroyar, Grønland og Áland.
Tí eru fyri tíðarskeiðið 2004-2006 gjørdar fimm nýggjar skipanir, sum venda sær til ymiskar málbólkar, øki og evni.
Nordplus vaksin er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum. Næsta umsóknarfreistin er 1. oktober 2004. Í hesum umfarinum ber bara til at søkja um stuðul í samband við flytføri (mobilitet).
Stuðul verður veittur til flytføris- og samstarvsverkætlanir, sum kunnu menna nýggj hugskot, háttaløg (metodur), tilfeingi, partar av skeiðum og tílíkt. Bæði luttakarar og lærarar kunnu vera við í samstarvinum. Harafturat verður stuðul veittur til at kunna um royndir hjá hvørjum øðrum, til kortlegging og útgreining av ávísum økjum og til at byggja nýggj netverk upp. Dentur verður lagdur á, at úrslit frá verkætlanum verða útbreidd. Stovnar og feløg, sum arbeiða við vaksnamannaundirvísing, kunnu søkja um stuðul úr skipanini.
Dentur verður lagdur á, at skipanir skulu snúgva seg um alt umráðið, tá ið tað snýr seg um læring hjá vaksnum - ikki bara tann vanliga skipaða undirvísingin og vanligu frálæru umhvørvini, men eisini onnur óformell undirvísingarumhvørvi.
Grundtankin undir skipanini er at birta upp undir íblástur og at skapa nýggj hugskot tvørtur um mørk, ikki bara millum lond, men eisini tvørtur um ymisk læruumhvørvi- og stovnar.
Eisini er ætlanin at Nordplus Vaksin gera tað møguligt at menna og royna nýggj átøk. Skipanin skal stuðla verkætlanum og tiltøkum bæði stórum og lítlum, sum royna at taka upp tær avbjóðingar sum umráðið stendur frammanfyri

Bæði menning og flytføri
Fíggjarligur stuðul kann til dømis vera veittur til fyrireikingar til verkætlanir at fyrireika vitjan hjá undirvísarum og øðrum við ábyrgd fyri frálæru. Stuðul kann eisini vera veittur til uppihald í samband við eftirútbúgving, lestur ella undirvísing hjá lærarum og øðrum. Og til skifti millum luttakarar í fólkaupplýsing og í undirvísing fyri vaksin.Harafturat verður stuðul latin til samstarvsverkætlanir sum til dømis tema netverk, menningar verkætlanir og kortleggingar verkætlanir.
Nordplus Vaksin gevur møguleika hjá øllum at vera við í Norðurlendskum arbeiðið, bæði teimum sum hava royndir við slíkum arbeiðið og teimum sum royna hetta fyrstu ferð. Dentur verður lagdur á at stuðla samstarvi sum fevnir um fleiri sektorar og ymiskar felagsskapir. Norðurlanda Ráðharraráðið varð stovnað í 1971 sum eitt samstarv millum norðurlendsku stjórnirnar. Ráðharraráðið leggur uppskot fram til fundirnar hjá Norðurlanda Ráðharraráðnum, arbeiðir víðari við tilmælum frá ráðnum, ger frágreiðingar til Norðurlanda Ráðharraráðið um úrslit av samstarvinum og stílar fyri arbeiðinum innan tey ymisku økini. Samstarvið verður skipað av samstarvsráðharrunum, sum hvørt landið sær velur. Ráðharraráðið kemur saman til fundar í ymsum høpum - alt eftir hvørjir spurningar eru til viðgerðar.
Endamál
Endamálið við allari flytføris- og netverksskipanini á útbúgvingarøkinum er í altjóða høpi at vera eitt tað týdningarmesta amboðið til tess at fremja til dømis mentan, mál og felags virði, kunnleika, førleika, læru fyri lívið, búskapin og kappingarførið í Norðurlondum og teirra nærumhvørvi.
Meiri fæst at vita frá Henrik Neiiendam Andersen, hna@ciriusmail.dk, 0045 3395 7083.
Og hjá Altjóða Skrivstovuni í Havn á heimasíðuni www.ask.fo ella um vegis teldupost ask@ask.fo