Um akkurát ein mánað fer EM endaspælið í Fraklandi av bakkastokki.
Til EM endaspælið verða tað nakrar reglur sum verða broyttar í mun til tað, sum ein er vanur við. Í gjár greiddi David Elleray frá The Board, frá um nýggju reglurnar.
Enska heimasíðan The Telegraph hevur peikað fimm reglur út, sum teir meta at vera týdningarmiklari enn aðrar.
Tær fimm eru hesar:
Regla 1: Møguleiki fyri at geva reytt kort áðrenn dysturin verður bríkslaður í gongd.
Hóast regulin sjáldan er aktuellur, eru dømi um støður, sum kundu havt givið reytt kort, longu áðrenn dysturin var byrjaður. Besta dømi er ein dystur millum Arsenal og Manchester United fyri nøkrum árum síðani, tá Roy Keane og Patrick Vieira skeldaðust dúgliga áðrenn dystin. Sambært nýggju reglunum hevur dómarin nú møguleika fyri at vísa leikarum av vølli longu áðrenn dysturin er byrjaður. Men velur dómarin at gera tað, fær viðkomandi lið møguleika at brúka ein annan leikara, soleiðis at liðini altíð eru 11 móti 11, tá bríkslað verður í gongd.
Regla 2: Annar regulin er, at tað nú er møguleiki fyri at sentra í einum dysti við at spæla bóltin aftureftir. Tað hevur annars verið fast at tað skal sentrast frameftir, tá ein dystur skal bríkslast í gongd, ella eftir at annað liðið hevur skorað.
Regla 3: Broyting viðvíkjandi neyðbremsu. Tað hevur ofta verið borið fram, at talan hevur verið um órættvísi tá ein leikari er vístur av vølli eftir at hava gjørt brotsspark við neyðbremsu. Umframt at felagið tá skal spæla við einum manni færri, fær hitt felagið eisini fyrimun av at gjøgnumføra góðu støðuna, tá felagið við brotssparki sum oftast eisini skorar.
Men nú er liðugt við tí. Hevur ein leikari nú gjørt eina erliga roynd uppá at fanga bóltin, men er so mikið óheppin at støðan verður takserað til brotsspark, verður gult kort givið til viðkomandi leikara. Meðan tað at bjarga við hond á málstrikuni, at skrykkja ein mann niður ófantaliga og annars óhøviskur atburður framvegis gevur reytt kort.
Regla 4: Nú sleppur ein leikari ikki at steðga á tá hann skal skjóta brotsspark. Regulin sum hevur verið frammanundan hevur annars verið, at ein leikari ikki kann bakka aftaná at hann er byrjaður at renna fram til eitt brotsspark.
Tað hevur ofta verið sæð at ein leikari er runnin spakuliga fram til bóltin, og mestsum er steðgaður á áðrenn hann skjýtur eitt brotsspark, soleiðis at málmaðurin lýpur til aðra síðuna áðrenn leikarin sparkar, men tað er nú liðugt. Steðgar ein leikari nú á til eitt brotsspark, verður viðkomandi revsaður við gulum korti, umframt at brotssparkið ikki kann skjótast umaftur.
Og rørir málverjin rørir seg ov tíðliga í málinum, verður tað eisini revsað til gult kort.
Regla 5: Seinasti regulin er, at ein leikari nú ikki nýtist av vøllinum aftaná at hann hevur fingið hjálp frá hjálparfólki. Hetta er tó bert galdandi, um viðkomandi hevur ligið á vøllinum eftir hending sum hevur givið antin gult ella reytt kort til mótstøðuleikara.