Fimm nýggjar bøkur

Í gjár gav Bókadeild Føroya Lærarafelags fimm nýggjar barna- og ungdómsbøkur út.

Í bókarúgvuni hesuferð eru tvær bøkur um dunnuungar. Ein krimisøga við detektivunum Lassa og Maiu. Onnur bókin um Teir villu fótbóltsjassarnar og til tey ungu ein søga um sorg.
 
10 lítlar gummidunnur
Til tey smæstu kemur bókin <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$10 lítlar gummidunnur, sum kendi barnabókahøvundurin og myndlistamaðurin Eric Carle hevur skrivað og teknað. Hann hevur fingið íblástur av einum tíðindastubba í einum blaði um nakrar bingjur við leikum, sum eru dotnar av einum farmaskipi. Søgan er um gummidunnur, sum reka fyri vág og vind og serliga um hana, sum endar hjá eini rættiligari dunnumammu.
Marna Jacobsen týddi úr enskum. Bókin er 30 bls., innbundin og kostar 145 kr. í bókahandlum.
 
Dunnugungin Pu
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Sum tað er deiligt í Geilini byrjar søgan um ein annan dunnuunga. Hesin dunnuungin er úr Svínoy og eitur Pu. Fyrsta barnabókin <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Dunnungin Pu eftir Jógvan Edmund í Geilini er ein søga, sum tey 3-6 ára gomlu fara at gleðast um, og sum fer at verða lisin umaftur og umaftur.
Dunnuungin Pu er forvitin og gloymir at ansa sær, tí hóast hann býr í Svínoy, so lúra vandar eisini har. Til alla lukku spælir alt væl av, og Pu kann bora seg inn undir veingirnar á mammuni.
Tær vøkru tekningarnar av tí fitta Pu hevur Janus í Húsagarði gjørt.
Bókin er 26. bls., innbundin og kostar 130 kr. í bókahandlum.
 
Sirkusgátan
Triðja krimisøgan til børn er komin út. Tað er <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Sirkusgátan eftir Martin Widmark, har detektivarnir Lassi og Maia hjálpa løgregluni at loysa brotsmál.
Hendan gongur fyri seg í sirkusi, har alt ikki er so stuttligt, sum tað átti at verið í einum sirkusi.
Sámal Kristian Jacobsen hevur týtt Sirkusgátuna, sum er 76 bls. innbundin og við nógvum tekningum. Sirkusgátan fæst fyri 140 kr. í bókahandlum.
 
Felix hvirluvindurin
Onnur bókin um <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Teir villu fótbóltsjassarnar eftir Joachim Masannek er nú komin. Hon eitur <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Felix hvirluvindurin og er um, tá ið ein nýggjur drongur kemur at spæla við liðnum hjá fótbóltsjassunum. Tað er ikki hvør sum helst drongur, tí pápi hansara er komin úr Brasilia at spæla við kenda FC Bayern München liðnum. Spurningurin er so, um pápin heldur villu fótbóltsjassarnar vera nóg gott lið hjá soninum at spæla við á.
Róin Clementsen hevur týtt úr týskum. Bókin er 146 bls. við stuttligum tekningum, hon er heft og kostar 140 kr í bókahandlunum.
 
Hagasóljusangur
Bókin til ung hesaferð er ein hugtakandi søga um eina sera illsinta og samstundis ólukkuliga gentu.
Tað er <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hagasóljusangur eftir norska rithøvundan Hilde Hagerup, sum fekk Kritikaraprísin í 2002, tá ið hon kom út á norskum.
Gerda hevur mist pápa sín á sjónum, og systirin Siv, sum var við pápanum lagnudagin, er merkt av hendingini, men vil ikki tosa um tað. Í staðin syngur hon altíð og allastaðni.
Gerda er als ikki so fitt altíð, og mangan ger hon ónáðir við vilja, og hon noktar at vera sum hini vilja hava hana at vera. Men tað er ikki lætt at vera hon, og lesarin verður góður við hana, sjálvt um hon ber seg at, sum hon ger.
Bókin er ein viðkomandi søga um sorg, sum eitt gávuríkt frásøgufólk megnar at siga frá, á ein sera fangandi hátt.
Juli Fagerland hevur týtt Hagasóljusang, sum er heft við klaffum og er 222 bls. Hon kostar 150 kr. í bókahandlum.