Fimm nýggj andlit

 Tað eru hevur verið stór útskifting, nú nýtt búskaparráð varð valt í morgun

Búskaparráð

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur nú valt nýtt búskaparráð. Og tað skerst ikki burtur, at tað hevur verið stór útskifting í ráðnum.
Heilir fimm av teimum sjey limunum í nýggja búskaparráðnum eru nývaldir.
Hetta Búskaparráðið er valt eftir sama leisti, sum undanfarin ráð.
Tað hevur annars nógv verið tosað um at broyta Búskaparráðið. Báðir teir undanfarnu formenninir róðu framundir at avtaka ráðið heilt og ístaðin fyri skipa fyri eini búskaparráðstevnu.
Onnur hava skotið upp at velja útlendingar í ráðið, sum kundi síggja føroyskan búskap við nýggjum brillum.
 Búskaparráðið verður valt eftir eini lóg og so leingi hon ikki er broytt, verður ráðið heldur ikki broytt og tí er tað valt eftir sama leisti sum undanfarin ráð, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður.
Tað er setursráðið á Fróðskaparsetrinum, sum gevur landsstýrismanninum eina innstilling við einum lista við fólki á, sum hann síðani velur ráðið burturúr.
Og skulu vit tosa um útlendingar, eru tað kanska summi, ið hava hug at seta gamla Føroya Bankastjóran, Jørn Astrup Hansen í tann bólkin.
 Tað er ein spurningur um hann er útlendingur. Í mínum eygum er hann minst líka nógv føroyingur. Hann er í hvussu so er ein, ið kennir føroyskan búskap so væl sum fá onnur, sigur Bárður Nielsen.
 Hann er samstundis ein frálíkur viðmerkjari í almenna samfelagskjakinum og eg haldi tískil, at tað er sera heppið, at varðveita hann í almenna kjakinum. Men so er eisini neyðugt, at hann hevur ein pall at kjakast útfrá, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Hann helt tí, at tað var sjálvsagt at taka av, tá ið Astrup Hansen var ein møguleiki til ráðið.
Annars fegnast hann um, at tað aftur hesuferð hevur eydnast at manna ráðið við sera vælskikkaðum fólki, tí tað eru mong, sum bera seg undan.
Sjálvir ivast Bárður Nielsen í, um tað er rætt at avtaka Búsksparráðið.
 Sjálvt um vit skipa fyri eini búskaparráðstevnu, skal ein slík ráðstevna hava eitt útgangsstøðið at kjakast útfrá. Tí mugu vit hava ein grundvøll, sum fyrireikar eina slíka stevnu. Sostatt dugi eg ikki at síggja, at Búskaparráðið kann takast av uttan so at okkurt kemur ístaðin, sigur Bàrður Nielsen.
Nýggja búsksparráðið tekur við 1. februar í ár og tað situr til 31. desember í 2008.