Fimm nýggir á listanum

Fótbóltur: Fimm spælarar hjá GÍ fingu sína europeisku debut hóskvøldið

Í blaðnum í fyrradagin søgdu vit, at tjúgu spælarar høvdu umboðað GÍ í Europa Cup fýra tey seinastu árini, og tað boðar frá, at spælararnir hava verið sera støðugir.

Í fyrrakvøldið øktist talið á GÍarum, sum hava spælt í Eruopa Cup, við 25 prosentum, og uttan at tað er serliga sjónskt, so kundi hetta bent á eitt ættarliðsskifti. Nýggju menninir vóru Sunvard Joensen, Súni Olsen, Svenn Olsen, Søren Skov Jørgensen og Samson Nesá.

Á beinkinum sótu tríggir spælarar, sum framvegis eiga fyrstu umboðanina í altjóða fótbólti á. Teir vóru Rúni Joensen, Hans Pauli Petersen og Leivur Hansen.

Í teimum níggju Europa Cup dystunum, sum GÍ higartil hevur spælt, hava teir fingið seks mál. Og tað kann ikki sigast annað, enn at Jarnskorarnir halda málskjótingina í familjuni. Magni og Henning Jarnskor hava higartil skotið tvey í part, og mikukvøldið skoraði systirsonurin, Súni Olsen. Tað kundi verið uppaftur betri, um tað hevði eydnast Henningi at skora uppá brotssparkið.

Einasti maður uttanfyri familjuna, sum hevur skorað fyri GÍ í Europa Cup, er Heini Heinason.