Fimm myllur reistar í Suðuroy

Arbeiðið at reisa myllurnar í Porkerishaganum krevur góð veðurlíkindi, og higartil eru fimm av sjey myllum reistar

Í sambandi við nevndarfund, sum varð hildin á Vágsverkinum hósdagin 27. august, nýtti nevndin í SEV høvið at vitja í Porkerishaganum, har arbeitt verður við vindmyllulundini hjá SEV í løtuni. 

Leiðslan hjá SEV var eisini við, og veðrið var av tí allarbesta hjá teimum at síggja, hvussu arbeiðið við vindmyllunum gongur.

 

Kelda. www.sev.fo