Í 2022 eru játtaðar 5 milliónir krónur sum stuðul til verkætlanina at byggja stórhøll í Hoyvík - Føroya Arena. Somuleiðis eru fimm milliónir í ár játtar til fótbóltshøll.
Føroya Arena skal skipast í sjálvsognarstovnin Føroya Arena, sum skal hava til endamáls at byggja stórhøllina og harumframt at umsita og fyrisita høllina, tá hon er liðug og tikin í nýtslu.
Fyrireikingarnar av verkætlanini eru í gongd. Uttanríkis- og mentamálaráðið fer at seta neyðugar treytir, ið skulu verða uppfyltar, áðrenn stuðul verður veittur, herundir at høllin skal lúka øll altjóða krøv sum hondbólts- og flogbóltshøll.
Í 2023 er eingin játtan til endamálið
Í 2022 eru játtaðar 5 milliónir krónur sum stuðul til fótbóltshøll, ið er ein verkætlan, sum Fótbóltssamband Føroya fer at standa fyri.
Projekteringin av fótbóltshøllini er ikki gjørd, og støða er ikki tikin til nakra staðseting. Tí fyriliggur heldur eingin kostnaðarætlan fyri høllina. Tað verður Fótbóltssambandið, sum kemur at standa fyri fyrireiking, projektering og bygging av høllini.
Uttanríkis- og mentamálaráðið veitir stuðulin og fer í tí sambandi at seta neyðugar treytir, ið skulu verða uppfyltar, áðrenn stuðul verður veittur.
Í 2023 er eingin játtan til endamálið.