Fimm milliónir lupu av

Gist & Vist, sum er samtakið við eitt nú Hotel Føroyum, hevði slakar fimm mió kr. í avlopi í fjør

Hóast virksemið hjá P/F Gist og Vist er økt munandi, er úrslitið niðast á botnlinjuni í 2014 á sama støði sum í 2012. Hetta sæst á Business Line, har roknskapir hjá føroyskum partafeløgum kunnu lesast.

 

Felagið rekur gistingarhúsvirksemi, m.a Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og Hotel Vagar. Herumframt rekur felagið matstovuvirksemi, m.a. matstovurnar Koks, Hvonn, Etika, Barbara og Áarstovu.

 

Ársfrásøgnin 2014 vísir eitt felag við øktum virksemi og øktari bruttoúrtøku. Bruttoúrtøkan er økt 8,5 mió kr., meðan starvsfólkaútreislurnar sama tíðarskeið eru øktar 7,5 mió kr.

 

Hetta inniber, at úrslitið áðrenn skatt 2014 er 0,8 mió kr. betri enn undafarna ár, men tó á sama støði sum í 2012, tá úrslitið var slakar 5 mió kr.

 

Úrslitið áðrenn skatt gjørdist í 2014 góðar 5 mió kr í 2014 móti 4,20 mió kr undanfarna ár.