Nýggju skattareglurnar, sum løgtingið samtykti fyrr í mánaðinum merkja, at Bakkafrost higartil í ár skal rinda fimm milliónir meira í skatti.
Tað sigur Bakkafrost í sambandi við fráboðanina um úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing í ár.
Felagið letur væl at lívfrøðisligu støðuni. Men vísir á, at føroyska alivinna eina ávaring í februar í ár, tá ið ILA virus varð funnið í alibrúkinum á Selatræð. Fiskurin bleiv tikin beinanvegin. Hóast umfatandi kanningar varð ILA virus ikki funnið á nøkrum øðrum alibrúki. Heldur ikki er nakað merkt til amøbuna, sum kann elva til toknusjúkuna AGD. Tað var á aliøkinum í Fuglafirði, at kanningar seinasta heyst vístu, at amøban finnst í Føroyum.
Útlitini fyri 2014 eru hampuliga góð, hóast meiri laksur verður á marknaðinum í summar. Útboðið av laksi restina av 2014 væntast at økjast við umleið 10%. Hetta kann viðføra nakað av trýsti á marknaðin til tíðir.
Bakkafrost væntar at taka 45-48.000 tons av kruvdum laksi í 2014 og at seta 11,6 mió. smolt í ár.
Felagið hevur gjørt sølusáttmálar, sum svara til umleið 75-80% av framleiðsluorkuni hjá virkinum á Glyvrum og Fuglafirði, ið framleiða virðisøktar laksaúrdráttir (portiónir). Bæði virkini arbeiða í tveyskiftis vaktum. Søluavtalurnar hava munandi hægri prís í mun til sáttmálarnar, sum felagið hevði í 2013. Fóðursølan hjá Havsbrún fer væntandi at liggja millum 83 og 87.000 tons í 2014.
Bakkafrost vísir á, at broyttu skattareglurnar hava kostað felagnum fimm milliónir í fyrsta ársfjórðini.
– Løgtingið samtykti 8. mai 2014 ein eyka skatt á alivinnuna við virknaði frá 1/1 2014. Hetta merkir, at fyri 1. ársfjóring skal Bakkafrost gjalda 5 milliónir meiri í skatti, umframt at útsetti skatturin økist við 51 milliónum krónum í mun til, um skatturin varð roknaður eftir reglunum galdandi fyri 2013, skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi










