Fótbóltur
Við eini sjónvarpsavtalu, sum hetta kappingarárið er økt við góðum trimum milliardum brutto, og við útlendskum ríkmonnum sum nýggir eigarar av fleiri feløgum, hava Premier League feløgini í summar keypt spælarar sum ongan tíð áður.
Deloitte’s Sports Business Group hevur gjørt upp, at feløgini í Premier Leagu í ár hava keypt spælarar fyri oman fyri £500 mió – ella á leið 5,5 mia kr.
Hóast teir í fjør vunnu meistaraheitið, so eru tað Manchester United, sum við £51 mió eru ovastir á listanum. Liverpool nýtti £50 mió og Tottenham á leið £40 mió. Í alt vóru 12 feløg, sum nýttu oman fyri £20 mió í summarsteðginum. Tey feløgini vóru bert trý í tali í fjør.
Verða innanhýsis handlar roknaðar frá í samlaðu nýtsluni, so var meirnýtsla í summar í mun til summarið 2006 £140 mió ella bara helmingurin av tí, sum øktu sjónvarpsinntøkurnar geva. So alt í alt er talan helst um sunnari fíggjarstýring í enskum fótbólti hetta kappingarárið.
Í Europa var Real Madrid tað felagið, sum nýtti mest pening. Sponsku meistararnir nýttu um £80 mió til spælarakeyp í summar. Barcelona nýtti um £50 mió. Samstundis hava tey bæði sponsku stórfeløgini – eftir eitt stutt boykott mótvegis sjónvarpsstøðum – gjørt sínar egnu sáttmálar um sjónvarpsrættindi. Hesir sáttmálarnir geva væntandi eitt árligt gjald á £100 mió til hvørt av feløgunum frá komandi kappingarári at rokna. Hetta er tvífalt so tað, sum størstu feløgini í Onglandi fáa sambært nýggju sjónvarpsavtaluni.
Mynd: Owen Hargreaves
Mynd: Polfoto/AP










