Higartil hava fimm fyritøkur játtað tilsamans 1,98 milliónir krónur til covid-19 átakið, sum Granskingarráðið skipar fyri.
Stuðulin frá fyritøkunum skal leggjast afturat tí einu milliónini, sum Granskingarnevndin hevur sett av frá Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum. Tilsaman eru tí nú nærum 3 milliónir krónur tøkar til at stuðla koronatengdum granskingarverkætlanum, sum Granskingarráðið umsitur.
Fyritøkur stuðla
Hesar fyritøkur hava játtað stuðul til átakið:
Poul Michelsen samtakið 500.000 krónur, Bank Nordik 1.000.000 krónur, Tjaldur 30.000 krónur, Articon 250.000 krónur og Mest 200.000 krónur.
Wilhelm E. Petersen, formaður í granskingarnevndini, er fegin um dygga stuðulin.
– Stuðulin frá vinnuni ger sera stóran mun í arbeiðinum at kortleggja og granska korona ávirkanina í Føroyum og avleiðingarnar á samfelagið nú og frameftir. Hetta gevur okkum munandi betri møguleika at stuðla nógv fleiri verkætlanum, enn tað vit høvdu møguleika at seta av til gransking í korona relateraðum viðurskiftum, sigur Wilhelm E. Petersen á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.
Meiri peningur
Tað er eisini annar peningur komin inn til gransking av covid-19 í Føroyum.
Millum annað hevur Felagið Nótaskip játtað eina millión til kanningina av myrkatølum, sum Pál Weihe stendur á odda fyri.
– Tað er eisini onkur fyritøka, ið vil vera ónevnd, ið hevur stuðlað, umframt at stuðul eisini er komin frá útlandinum, sigur Pál Weihe.
Tað eru eisini aðrar fyritøkur, ið umhugsa at stuðla korona-gransking í Føroyum, og tí kann tøka upphæddin til korona-gransking vaksa, skrivar Granskingarráðið,