Eingin býr í Koltri, sum er ein av teimum fimm manntómu bygdunum í Føroyum

Fimm manntómar bygdir í Føroyum

Sambært yvirliti hjá Hagstovuni eru fimm bygdir í Føroyum, har eingi fólk búgva

Eingin býr í Koltri, sum er ein av teimum fimm manntómu bygdunum í Føroyum

Í so máta er eingin broyting frá 2021 tl 2022. Tað eru fimm bygdir í Føroyum, har eingin hevur bústað. Tær bygdirar eru:

 

  1. Múli á Borðoy
  2. Nesvík á Streymoy
  3. Mjørkadalur á Stremoy
  4. Koltur
  5. Víkarbyrgi í Suðuroy.

 

Vit hava í Føroyum níggju bygdir, har færri enn 10 fólk búgva. Tær eru:

 

  1. Lambareiði 9 fólk
  2. Kaldbaksbotnur 8 fólk
  3. Syðradalur, Streymoy 8 fólk
  4. Depil 7 fólk
  5. Syðradalur, Kalsoy 7 fólk
  6. Stóra Dímun 5 fólk
  7. Skálafjørður (parturin í Eysturkommunu) 4 fólk
  8. Norðtoftir 3 fólk
  9. Sund 1 fólk

 

54.227 fólk búðu til samans í Føroyum í desember 2022.

 

Eingin býr í Koltri, sum er ein av teimum fimm manntómu bygdunum í Føroyum