Fimm málverjar kandidatar til at vinna gullbóltin

Claudio Bra­vo og Thi­baut Courtois eru millum teir fimm tilnevndu málverjarnir á fyrsta sinni

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, og felagið hjá yrkisspælarunum kring heimin, FIFPro hava sett navn á teir fimm kandidatarnir, sum skulu kappast um at gerast heimsins besti málverji í 2014. 

 

Tað eru fótbóltsspælarar kring allanum heimin, sum hava valt út teir, sum hava skarað framúr í 2014. Komandi dagarnar fara vit at fáa nøvnini á kandidatinum á teimum, sum verða tilnevndir til at vinna heitini, sum teir bestu verjuspælararnir, miðvallarnir og framherjarnir í heiminum. Virðislønirnir verða býttar út í Zürich í Sveis, 12. januar komandi ár. 

 

Teir fimm tilnevndu málverjarnir hjá FIFA og FIFPro eru hesir : 

 

Manu­el Neu­er (Týskland og Bayern München) - varð valdur til heimsins besta málverja í 2013.

Claudio Bra­vo (Kili og Barcelona) - fyrstu ferð hann er tilnevndur.

Thi­baut Courtois (Belg­ía og Chel­sea) - fyrstu ferð hann er tilnevndur.

Iker Casillas (Spania og Real Madrid) -kosin heimsins besti málverji fimm ár á rað, árini 2008-2012.

Gi­an­liugi Buffon (Ítal­ia og Ju­vent­us) - kosin heimsins besti málverji árini 2006 og 2007. Hevur verið tilnevndur á hvørjum ári síðani 2005.

Til stuttleikar kann nevnast, at Neuer og Buffon hava báðir spælt ímóti Føroyum, bæði á heimavølli og útivølli í dysti fyri ávikavist Týskland og Italia.