Ein maður skal nú í fongsul í fimm mánaðir fyri at hava sligið ein duravørð í einum skeinkistaði í Havn.
Duravørðar eru í serligum vanda fyri at vera fyri harðskapi og tí eru teir serliga væl vardir í lógini.
Sostatt kann tað verða dýrt at gera seg inn á duravørðar og onnur, sum hava líknandi størv.
Tað mátti ein maður sanna, sum sló ein duravørð í einum skeinkistaði í Havn eina náttina í jólamánaðinum.
Nøsin á duravørðinum hovnaði og varð eym, men annars hendi eingin skaði.
Maðurin varð tikin og ákærdur fyri harðskap
Men hetta er triðju ferð hesi síðstu fimm árini, at sami maður er ákærdur fyri harðskap og hann varð royndarleyslatin síðsta summar, hóast hann manglaði at sita 70 dagar av sínum seinasta dómi.
Avleiðingin var, at dómarin í Føroya rætti dømdi mannin at sita í tilsamans fimm mánaðir fyri at sláa duravørin.
Føroya Rættur heldur, at tað eru skerpandi umstøður, at maðurin ger seg sekan í harðskapi ímeðan hann er royndarleyslatin og at hann fleiri ferðir áður er dømdur fyri harðskap.
Hinvegin er dentur eisini lagdur á, at, at duravørðurin ikki fekk álvarsligt mein av harðskapinum.