Fimm lond vald í trygdarráðið

India, Týskland, Portugal, Kolombia og Suðurafrika vórðu í gjárkvøldið vald í trygdarráðið hjá ST. Valið tók drúgva tíð, og neyðugt var við trimum atkvøðugreiðslum.

Tá eitt pláss var eftir, stóð valið ímillum Kanada og Portugal, og tá hvørki av londunum kundi fáa tær neyðugu atkvøðurnar, gjørdi Kanada av at taka seg aftur, og so fekk Portugal tann seinasta sessin í trygdarráðnum.

ST-trygdarráðið hevur 15 limir, sum verða valdir annaðhvørt ár, og valskeiðiðm er tvey ár. Bretland, Frakland, Kina, Russland, USA eru fastir limir í ráðnum.