Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.
Hetta er fimtu ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.
Tá freistin var úti, høvdu 5 skúlaflokkar sent uppskot inn. Avgjørt er, at øll uppskotini koma til viðgerðar á Ungdómstinginum. Løgtingsskrivstovan upplýsir, at evnini, ið verða viðgjørd, eru eitt nú ferðslu-, rúsdrekka- og skúlamál.
Luttakandi flokkarnir umboða Tvøroyrar skúla, Eysturskúlan og Venjingarskúlan. Flokkarnir fara hesar báðar dagarnar at manna Ungdómstingið við 33 umboðum.
Eins og til vanligar tingfundir kunnu fjølmiðlarnir vera í tingsalinum, meðan ungdómstingfundirnir eru. Tingvarpið sendir eisini frá fundunum.










