Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fimm línuskip koma inn at landa mánadagin, og nøkur koma seinni í vikuni.
Sum skilst, hava ísfiskalínuskipini, sum fiska undir Føroyum, havt brúkiligan fiskiskap. Skipini hava mest av toski og hýsu og nakað av brosmu og longu.
- Fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap og fiska tosk. Tey hava góðan fiskiskap.
Útlitini til útróður eru hampilig. Streymurin verður hampiligur, og veðrið verður brúkiligt. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri í vikuni sum kemur.
- Útróðrarbátarnir fáa tosk og hýsu, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya.











