Fimm línuskip koma inn at landa

Fimm línuskip eru til fiskiskap og koma helst inn at landa síðst í vikuni sum kemur.

- Fimm línuskip eru til fiskiskap og koma helst inn at landa síðst í vikuni sum kemur. Tá verður streymurin eisini harður.  

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at línuskipini hava mest av toski og hýsu.

 

- Helst fara nøkur línuskip eisini út um vikuskiftið.

 

Trý frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru ávegis til Flemish Kap.   

 

Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin fer at harðna út á vikuna, men veðrið verður helst brúkiligt.

 

Tí er hugsandi, at nakað verður av útróðri í vikuni sum kemur.