Tvey línuskip eru í løtuni undir Íslandi. Annað skipið landar helst síðst í vikuni sum kemur.
- Trý línuskip eru undir Føroyum. Tey fiska øll á djúpum vatni og fáa mest av longu, brosmu og nakað av toski.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tvey av skipunum undir Føroyum landa helst síðst í næstu viku.
- Triðja skipið er nýliga byrjað túr og landar neyvan fyrr enn í aðru viku.
Hini línuskipini liggja inni og fara út aftur, tá veðrið batnar.
- Streymurin verður hampiligur, men veðurvánirnar fyri teir næstu dagarnar eru einki serligar.
Á Fiskamarknaði Føroya vóna tey, at nakað verður av útróðri miðskeiðis og seinni í næstu viku.